200 — Um 50 ár... song lyrics and translation
The page contains the lyrics and English translation of the song "Um 50 ár..." by 200.
Lyrics
Tað eru nú liðin 120 ár síðani sjálvstýrisrørslan í Føroyum tók seg upp
Og líka frá byrjan hava vit verið noyddir til at berjast á tveimum hermótum
Ein tann fyrsta orrustan var, at fáa føroyingum føroyskt mál inn í skúlarnar og
kirkjurnar í Føroyum
Soleiðis at tey føroysku børnini kundu spyrja, læra og tosa á móðurmálinum
Í staðin fyri at skula og sita og jabba kongarekkjur og tabellir á einum máli,
tey onki skiltu av
Tað var so seint sum í 1938, at tað varð komið á mál
eftir drúgva togtogan við mynduleikarnar í Danmark og sambandsmenninar í Føroyum
Og eg kenni ongan føroying, sum heldur vildi havt danskt í skúlanum
Og um 50 ár verða eingir føroyingar sambandsmenn
Tað var heldur ikki í lagi við teimum donsku myndugleikunum, at vit fingu
okkara egna flagg.
Ikki fyrr enn Danmark varð hersett av týskinum og vit av bretunum
Fingu føroysk skip forboð ímóti at sigla undir Dannebrog
Stríðið um Merkið
Føroyska flaggið, sum leingi hevði møtt mótstøðu frá dønum og teirra gimpum í
Føroyum
Skuldi nú verða vundið á stong á øllum Føroyskum skipum
Vóru sambandsmenninir fyri? Guð vóru teir ei!
Teir vildu heldur hava okkum at brúka okkurt fyribils flagg
Soleiðis at aftan á kríggið kundi Dannebrog aftur veittra í húnar hátt í Føroyum
Kennir tú nakran føroying í dag, sum ikki er góður við Merkið?
Teir kunnu teljast á einari hond
Og um 50 ár eru ongir føroyingar sambandsmenn
Hvat eru tað fyri fólk, sum koma sær at læra síni børn, at tey ikki eru líka
nógv verd sum onnur menniskju,
Sum trútta niður í tey hjálparsloysi og undirlutakenslur
og læra tey at ganga ímóti sínum náttúrligu menniskjansligu instinktum?
Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg
Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg
Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg
Og tað kann ikki vera so ómøguligt at fáa eitt so lítið land sum okkara upp at
koyra
Og um 50 ár eru ongir føroyingar sambandsmenn
Um 50 ár verða ongir sambandsmenn eftir
Um 50 ár fer hesin spurningurin ikki longur at skilja okkum
Um 50 ár, tá vit langt síðani eru vorðin sjálvstøðug
Og fólk hava sæð, at tað var ikki so ringt, og vit vóru ikki so skíthamrandi
býtt
Og smakkurin av fullveldi ikki var so beiskur hóast alt
Tá fara vit øll allíkavæl at standa øksl móti øksl á Vaglinum á ólavsøku,
á tjóðarhátíðini
Og syngja «Tú alfagra land mítt"av heilum hjarta
Og børnini, sum vaksa upp, fara ongantíð at undrast á hví tað man standa «Danmark"og «danskari"í passinum hjá mammu og pápa
Og tá børnini spyrja teir gomlu, fyrrverandi sambandsmenninar, hví teir bóru
seg so býttisliga at
Tá fara sambandsmenninir at skammast og kísta børnini út í túnið at spæla
Um 50 ár verða ongir sambandsmenn
Um 50 ár verða ongir sambandsmenn
Um 50 ár verða ongir sambandsmenn
Um 50 ár, so fer alt hetta her at vera líka mikið
Tí um 50 ár fer hesin spurningurin ikki longur at skilja okkum
Lyrics translation
It is now passed 120 scince sjálvstýrisrørslan in the Faroes took tell up
And also from the byrjan have sense been noyddir to at fight on two hermótum
One dental the first battle was, at a few faroese faroese matters into skúlarnar and
the churches in the Faroes
The way at the føroysku børnini kundu ask, learn and speak on the móðurmálinum
Instead at home at skula and sita and jabba kongarekkjur and tabellir on a single matter,
the onki skiltu av
It was so late some of the in 1938, at it became established on the issue
after drúgva togtogan we mynduleikarnar in Denmark and sambandsmenninar in the Faroes
And I teach ongan føroying, some would rather had a Danish in skúlanum
And about 50 years will be eingir study sambandsmenn
It was also not right with the donsku by, at sense called
call us to stir the flag.
Not earlier still Denmark had been invaded av týskinum and sense of the brits
Called faroese vessels decree against at sailing under the Dannebrog
The war of the Mark
Føroyska flag, some long had møtt mótstøðu from dønum and desires gimpum in
The faroes
Owes now become vundið on stong on everything Faroese ships
Did sambandsmenninir for? God were they not!
They would rather have us at according find fyribils flag
The way at the back of the kríggið could Dannebrog again veittra in the huns way in the Faroes
Teaches you nakran føroying in the day, some not is good with the Mark?
They may be considered at the during the hond
And about 50 years are ongir study sambandsmenn
What are the for people, some establish their at learn specify their børn, at tey ikki are also
many have some other menniskju,
Some trútta down in the hjálparsloysi and undirlutakenslur
and learn the at walk against their náttúrligu menniskjansligu instinktum?
Sense are not býttari still other fólkasløg
Sense are not býttari still other fólkasløg
Sense are not býttari still other fólkasløg
And it may not be so ómøguligt at few one so small country some of us up at
drive
And about 50 years are ongir study sambandsmenn
About 50 years will be ongir sambandsmenn after
About 50 years goes, this good-looking spurningurin ikki longur at understand us
About 50 years, toe sense far became are vorðin sjálvstøðug
And people have information on, at this was not so severe, and the sense of did not so skíthamrandi
divided
And smakkurin av sovereignty ikki was so pungent even though alt
Toe go sense all allíkavæl at stand øksl against øksl on Vaglinum on ólavsøku,
on tjóðarhátíðini
And sing "You alfagra land mítt"av whole heart
And børnini, some vaksa up, go never at wonder at why this man stand "Danmark"and "danskari"in passinum with mammu and papa
And toe børnini ask the gomlu, former sambandsmenninar, why they bóru
say so býttisliga at
Toe go sambandsmenninir at ashamed and kísta børnini out in the field at fry
About 50 years will be ongir sambandsmenn
About 50 years will be ongir sambandsmenn
About 50 years will be ongir sambandsmenn
About 50 years, so goes the alt hood army at be too much
Temp about 50 years goes, this good-looking spurningurin ikki longur at understand us